Fótbóltur

Video: Mattias metir ikki at broytingar í hópinum ávirka nakað serligt

Málverjin er aftur á leikvøllinum, har hann spældi sín fyrsta kappingardyst fyri A-landsliðið. - Úrsltini hjá Moldova hava verið so sum so, síðani teir vunnu á okkum, men vit noyðast at vera á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-28 19:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): 24. mars 2023 spældi Mattias Heðinsson Lamhauge sín fyrsta kappingardyst fyri A-landsliðið. Hetta var á Zimbru leikvøllinum, har málverjin aftur stóð fyri løtu síðani.

- Tað var ordiliga stuttligt. Minnist at Meinhard....nei, Mads skoraði, og so vardu vit borg. Men móti endanum fingu teir so brotsspark og javnaðu. Men tað var stuttligt at spæla "ordiliga" á landsliðnum.

[object Object]
Mattias Lamhauge til venjing í Chisinau fyri trimum og einum hálvum árum síðani, tá hann var B36-spælari - í dag var hann aftur har (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis setti nú 27-ára gamli málverjin orð upplivingina, tá vit fingu orð á hann undan venjingini í kvøld - tí seinastu undan dystinum móti Moldova.

- Úrsltini hjá Moldova hava verið so sum so, síðani teir vunnu á okkum, men teir hava verið nær onkrum stórum úrslitii.

Les eisini: 
Seinastu tvey árini: Moldova so at siga bara vunnið stig móti teimum vánaligastu í Evropa

- Vit noyðast at vera á, tá vit verja horna - sum vit ikki vóru júst tá Kasakstan skoraði - og onkur misskiljing var, sigur málverjin sum bert hevur latið 15 mál inn í 16 A-landsdystum. 

Sí samrøðu ovast

Føroyar og Moldova spæla í morgin, týsdagin, klokkan 17.00 føroyska tíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder