Fótbóltur

Video: Meta at møguleikin í Belfast er góður

(04:17 min) Leikarar og venjari hjá HB siga, at Glentoran kann metast við lið í oddinum í Føroyum, og at tað hevur verið sera gott at vant seg við at spæla á grasi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-19 18:38 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

(Agnar Prestá og Sverri Egholm løgdu til rættis)

HB-hópurin fór tíðliga í morgun vestur á flogvøllin. Harfrá varð kósin sett, við leiguflogfari, til norðurírska høvuðsstaðin, har HB í morign skal dystast ímóti steypavinnarunum har, Glentoran.

Dysturin í Belfast verður leiktur á grasi, og tí hevur HB vant á Tòrsbreyt seinastu dagarnar. Hetta er nakað, ið teir í hópinum og venjarin fegnast um. Adrian Justinussen sigur tó, at hóast tað at spæla á góðum grasi er gott á ymsan hátt, so er tað ikki ein fyrimunur, tá tað skal skjótast.

7'arin hjá HB er aftur eftir skaða, og tað fegnast hann sjálvandi um. Hann nevnir samnhaldið, góða spælið og Dan í Soylu sum lyklarnar hjá HB fyri at koma víðari.

Málverjin Teitur Gestsson sigur, at oddaliðið hevur ein góðan møguleika, og  at tað hevur stóran týdning at HB fyri fyrstu ferð í nøkur ár at spæla seg víðari - bæði fyri felagið og fyri føroyskan fótbólt.

Jens Berthel Askou segði eftir venjing í gjár millum annað, at tað er umráðandi, at leikararnir ikki gera dystin "til størri enn hann er" - at tað er ein fótbóltsdystur móti einum av liðunum, har man metir, at møguleikin er góður, og sum í styrki og leikhátti minnir um okkurt av ovaru føroysku liðunum.

Longri samrøða við Jens Berthel Askou kann síggjast á Portalinum í kvøld.

Glentoran og HB spæla klokkan 19.00 í annaðkvøld.

Sí eisini: (02:56 min) NSÍ er til reiðar at taka næsta stigið í Evropa

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder