Herning, Danmark (Portalurin) - Tað bleiv ongantíð eitt stórt fótbóltsupplivilsi. Har vóru ov fáir áskoðarar til tað og ov stórur munur á liðunum, sigur Agnar Prestá.
Orsakað av strangari covid-19 reglugerð hjá UEFA, fáa miðlar sum ikki hava sjónvarpsrættindi, ikki gjørt samrøður eftir dystin. Portalurin fekk tó møguleikan at seta spurningar - á donskum - á einum lítlum tíðindafundi efitr dystin.
- Á Tórsvølli leygardagin verða fleiri áskoðarar, og tá verður eisini tættari millum liðini, væntar Agnar Prestá.
Tá spæla Føroyar móti Lettlandi í Nations League. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 17. Hópurin er nú ávegis til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald