Fótbóltur

Video: Rokið við Løkin

Síggj nógv umrøddu dramatisku hendingina í Runavík í gjárkvøldið her.

2020-08-13 14:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist nakað heitt við Løkin í gjárkvøldið, tá NSÍ tók ímóti grannunum úr Víkingi. Seinastu minuttirnar endaðu hjálparvenjarin hjá Víkingi, Gert Hansen, og fyrrverandi liðfelagin og nú NSÍ-spælarin Bárður Hansen í hornatøkum.

Bólturin fer út til innkast, og at síggja til rakar hondin hjá Bárði Hansen í høvdið á Gert Hansen, sum situr við síðulinjuna. Hetta fær Gert Hansen at leypa upp, og alt endar í einum stórum roki.

Hendingin kostaði reytt kort til báðar tveir. Víkingur vann dystin 2-1.

Upptøkan sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder