Annað

Video: Royndu at órógva - skavaðu við brotsparksblettin

Kolumbiansku royndu seg við alskyns kynstrum at órógva skotinum hjá Harry Kane.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-04 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Áttandapartsfinalan millum Kolumbia og England í gjárkvøldið var merkt av ónøgd við dómaran, og hetta gekk nógv tíð við.

Millum annað gingu góðir tríggir minuttir frá, at bríkslað varð fyri brotssparki til England, til Harry Kane slapp at skjóta.

Hetta tí, at kombiansku leikararnir vóru ónøgdir við dømingina, og stóðu og gramdu seg fyri dómarunum.

Men tað man ikki legði til merkis beinanvegin var, at verjuleikarin Johan Mojica brúkti mestu tíðina at skava við brotssparksblettin fyri harvið at órógva skotinum hjá enska liðskiparanum.

Hetta ávirkaði tó ikki, og Harry Kane setti bóltin í netið til 1-0. Men fyri at avgera dystin máttu liðini út í fyrst longda leiktíð og eftir tað brotssparkskapping, sum koppaði til England.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder