Fótbóltur

Video: Samuel vann í fyrsta kappingardystinum í Finnlandi

Føroyski miðverjin spældi fullan dystin og var við at halda málið hjá SJK reint. Aðrastaðni gjørdi Mads Borchers hattrikk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-06 09:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur keypti SJK úr finska býnum Seinajoki Samuel Johansen Chukwudi leysan úr HB. Eftir ein langan uppstart spældi 21-ára gamli føroyski miðverjin í gjár sín fyrsta kappingardyst fyri liðið, sum endaði á 4. plássi í fremstu finsku deildini í fjør.

Hetta eydnaðist bara væl. Samuel spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni hjá SJK, ið helt málið reint.

Tað eydnaðist at vinna 1-0 í Kotka á KTP. Sigursmálið kom í 72. minutt. Hetta stóð Momodou Bojang úr Gambia fyri. Sum hæddarpunktini omanfyri vísa, so vardu Samuel Chukwudi og teir væl fyri seinastu løtuna, so tað ikki gjørdist heilt vandamikið.

Trý stig við heim eftir fyrstu royndini, og var hetta ein góða byrjan hjá havnarmanninum og liðfeløgunum. 

Hæddarpunkt frá almennu síðuni hjá SJK síggjast ovast ella HER. Á 4.45. sæst Samuel taka ein góðan túr og leggja upp til eitt kolldømt mál (rangstøða)

[object Object]
Samuel Chukwudi er skiftur úr barndómsfelagnum HB. Hann var við landsliðnum í Kekkia og Montenegro í mars - her sæst miðverjin í landsdysti í Litava í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Í fremstu fiinsku deildini, nevnd Veikkausliiga, eru tólv lið. Fleiri spælarar, sum áður hava spælt í Betrideildini, eru at síggja har. Ein teirra er danin Mads Borchers (07 Vestur og HB) Áleyparin gjørdi vart við seg í fjør fyri VPS og var toppskjútti í deildini, áðrenn hann varð skaddur.

Borchers byrjaði væl í gjár: Hattrikk í 4-3 sigrinum á Oulu, sum millum annað skifti Onni Tiihonen inn. Miðvallarin spældi við AB í 2022. Borchers og VPS vendu dystinum eftir steðgin: Vilmer Rønnberg kom inn fyri liðið til 2. hálvleik - svenski miðverjin spældi fyri B36 í fjør.

[object Object]Vilmer Rønnberg í dysti fyri B36 í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Mads Borchers er liðfelagi við Rønnberg og ger vart við seg í finskum fótbólti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder