Seinastu tríggjar dagarnar hevur A-landslið hjá monnum vant á Sundby Idrætspark. Sundby er ein partur av Amager, og tað er her, sum Heini Vatnsdal hevur heimavøll við Fremad Amager.
Í morginárini gongur leiðin til norska høvuðsstaðin, har næstseinasti dysturin í hesari undankappingini er á skránni fríggjakvøldið. Norðmenn vunnu 2-0 í Føroyum í juni, men føroyska landsliðið spældi ein góðan dyst, og Brandur Hendriksson segði millum í dag, at norska liðið passar væl til tað føroyska.
Íslendska kappingin endaði seinast í september, men Brandur, ið verður ein lyklaleikari á miðvøllinum í morgin, hevur fingið hildið seg væl í gott og vil enda fyri Lars Olsen og Atla Gregersen.
Landliðsvenjarin hittist við hópinum mánadagin. Hann var ikki við til venjingarnar í Føroyum, tí hann hevur verið í gongd í starvinum í Esbjerg. Nú er hann seinastu ferð saman við hópinum. Lars váttar, at liðið fer at spæla við fimm í verjuketuni í verjustøðu.
Ein av leikarunum, ið helst kemur inn í verjuketuna, er Ári Mohr Jónsson. Vinstri bakkurin er komin fyri seg eftir sín krossbandsskaða, og er til reiðar at spæla í Noreg, har hann til dagliga spælir.
Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald