Teir hava staðið seg væl í fleiri kappingum á rað. Og so hava teir bíða eftir HM-møguleikanum.
Nú er hann næstan her, og Pauli Jacobsen sigur, at hetta er ein serlig tíð. Málverjin í Hoyvík og liðfelagirnir fyrireika seg hesa vikuna afturat í Føroyum - mánamorgunin gongur leiðin til Týsklands.
Føroysku U21-dreingirnir skulu spæla bólkaspæl í Magdeburg. Minsta kravið fyri at koma víðari høvuðsumfarið er at enda nummar tvey í bólkinum.
Eftir venjingina í Kollafirði í kvøld setti Pauli nøkur orð á mótstøðuliðini Angola, Japan og Spania, ið teir fyrst skulu hugsavna seg um, um teir skulu røkka heilt stóra dreyminum.
Portalurin verður við á túrinum í Týsklandi, og vit hava eisini ymiskt tilfar um føroysku HM-luttøkuna næstu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald