
Tað koyrir væl hjá Fücshe Berlin, sum hósdagin skal spæla fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League - móti Aalborg.
Í júst farnu viku vann høvuðsstaðarfelagið tveir lykladystir í týska oddastríðnum. Fyri Hákun West av Teigum var talan um tvær føroyingauppgerðir.
Fyrst var tað Kiel (Elias Ellefsen á Skipagøtu) mikukvøldið, og í gjár vann Fücshe Berlin við fýra málum á Hannover-Burgdorf, sum Vilhelm Poulsen umboðar.
Sí eisini: Hákun og Fücshe lagt seg einsamalt á odda
Hákun West av Teigum fekk fýra skotroyndir í fullsettu høllini í Berlin, og skoraði høgri vongurin uppá allar. Eitt av málinum sæst frá 1.09 í videobrotinum omanfyri - hæddarpunktini síggjast eisini HER.
"Revarnir" liggja nú ógvuliga væl fyri til gull í Bundesliguni.
Oddastríðið í Bundesliguni í løtuni
1. Füchse Berlin 44 stig (Hákun West av Teigum)
2. MT Melsungen 42 stig *
---------------------------------------------------------------
3. TSV Hannover-Burgdorf 39 stig (Vilhelm Poulsen) *
4. THW Kiel 38 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu)
5. Magdeburg 37 stig **
7. Flensburg-Handewitt 36 stig (Jóhan á Plógv Hansen)
*Ein dyst færri
** Tríggir dystir færri
(Talan er um 27. umfar. 34 umfør verða spæld - bert tvey tey fremstu liðini sleppa í Champions League)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald