- Man er glaður fyri tey málini man fær, men hvør akkurát fær málini er ikki so umráðandi. Men tá man hyggur eftir dystinum aftur, so hevði eg nokk eini tveir ella tríggjar møguleikar, sum eg burdi skorað uppá. So eitt hattrikk burdi verið har í dag, sigur Klæmint Andrasson Olsen, tvær ferðir kom á máltalvuna í 5-1 sigrinum móti Liktinstein í gjárkvøldið.
30-ára gamli rituvíkingurin vann brotssparkið, ið Viljormur Davidsen skoraði uppá. Klæmint hevur nú skorað sjey mál á A-landsliðnum, ið er trý mál frá metinum hjá Rógva Jacobsen.
Hann sigur, at tað, at Føroyar eru so nógv omaná, er ikki ein støða, sum leikararnir eru vanir við.
- Hetta er eisini nakað, sum vit skulu læra okkum, sigur Klæmint Andrasson Olsen.
Talan er um størsta sigurin hjá mandslandsliðnum í altjóða skrásettum dysti. Áður hava Føroyar vunnið 3-0 á San Marino og Liktinstein og 4-1 á Gibraltar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald