Fótbóltur

Video: Tað vantar orka í liðnum - tað er sjón fyri søgn

Og tá vit fara niður í gir móti einum slíkum liði, so hava vit ongan livandi kjans, staðfestir Árni Frederiksberg eftir 0-5 tapið fyri Lech Poznan á Tórsvølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-14 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ-profilurin var við at skapa nógvar góðar støður í kvøld, men útiliðið var nógv hvassari.

Les eisini: Hvassara meistaraliðið vann stórt á Tórsvølli

Árni Frederiksberg staðfestir í samrøðuni við við Trygva Absalonsen, at KÍ-spælararnir eru merktir av, at man brúkar nógva orku fyri tíðina. Og tá farið verður niður í gir, og man slakar í løtum í dag, so kostar tað dýrt.

- Vit noyðast at velja okkara kampar í løtuni, og mánadagin verður aftur ein ógvuliga týðandi uppgáva á Argjum. Og tað verður als ikki lætt móti Riga í Conference League, sigur sjey'arin um uppgávurnar hjá KÍ í næstu viku.

Sí alla samrøðuna ovast

Myndir: Tunga KÍ-kvøldið á Tórsvølli

----------------------------------------------------

Europa League League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 13. august á Tórsvølli
KÍ - Lech Poznan 0-5 (0-1) - 0-6 samanlagt

Meira um dystin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder