NSÍ hevði tíðliga í kvøld sína seinastu venjing undan dystinum millum NSÍ og FC Honka Espoo verður leiktur á Svangaskarði klokkan 18 í annaðkvøld.
Fyrri dysturin var í Finnlandi hósdagin. Hann endaði málleysur, og talan er um gott úrslit. Úrslitið vóru finsku áskoðarnir tó ikki nøgdir við , og trýstið er á Honka, sum hevur nakrar avgjørdar veikleikar, ið NSÍ skal royna at gera sær dælt av, sigur miðvallarin Tróndur Jensen við Portalin.
28-ára gamli havnarmaðurin spældi tíggju evropeiskar dystir fyri barndómsfelagið HB. Dysturin í Helsinki var hansara fyrsti í hesum høpi í NSÍ.
Fótbóltur
Video: Trýstið liggur á teimum
Í Finnlandi væntað øll, at teir fóru at vinna á okkum, so trýstið liggur á teimum, sigur Tróndur Jensen um evropadystin móti Honka í annaðkvøld. Hann og NSÍ ætla at spæla seg víðari.
2021-07-14 18:13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald