Seinastu árini er tað vorðið alsamt meira vanligt, at børn koma til fótbóltsdystir á útivølli ein og ein - í hvør sínum bili við foreldrum ella øðrum familjulimum. Hetta nú fjarstøðan er styttri hjá fleiri og tíðirnar broyttar.
Men í løtuni hevur Fótbóltssamband Føroya eitt átak, sum eitur "Koyr Saman".
Her verður dentur lagdur á, at ungu fótbóltsspælararnir ferðast saman til dystir - eins og vanligt hevur verið.
Hetta eru millum annað AB og Skála partur av, og í videobroti greiða venjarar, og eisini børn frá, hvussu hetta gevur nakað annað - til samanhaldið og upplivingina at spæla fótbólt.
Telefonir verða lagdar burtur, prátið gongur og so framvegis.
Sí video ovast ella á Youtube-síðuni hjá FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald