Fótbóltur

Video: Við TB-bussinum oman til Smyril

Sangur og fagnaður á uppflytarunum. - Vit høvdu 5-6 finalur og tóku bara eina í senn, og tað riggaði, staðfesti royndi Ragnar Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-25 23:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

“Eitt fótbóltslið sum TB” og “Einaferð TB, altíð TB” rungaðu í bussinum, sum TB hevði skaffað til í kvøld.

Høvi var at flyta TB-hópin skjótt úr Hoyvík oman á ferjuleguna, har Smyril lá og bíðaði, klárur at fara avstað. Bíðað var nakrar minuttir við at loysa, tí dysturin í Hoyvík ikki var liðugur fyrrenn eftir klokkan 18.

Lagið var heilt gott á TB’arunum - ikki løgið tí TB tryggjaði sær fyrr í kvøld uppflyting til Betrideildina 2024. Hetta við 1-0 sigri á FC Hoyvík.

Sí eisini: Myndir: TB millum tey bestu aftur

Samudeen Musah skoraði einsamalla málið við brotssparki í 74. minutti, og so var at verja tað heim.

Til hetta hevur TB bestu verjuna í 1. deild í ár, og ein av teimum í verjuketuni er vinstri bakkurin Ragnar Joensen.

31-ára gamli tvøramaðurin viðurkennir, at tað var tungt í kvøld - og í ár sum heild - men at TB hevur tikið røttu raðfestingina seinastu vikurnar:

- Hetta eru sum finalur, og vit taka eina í senn.

Nú verður tað helst eitt langt kvøld, og vit skulu njóta hetta í eini tvær vikur, áðrenn vit herja á aftur, segði Ragnar - stutt áðrenn Smyril fór av Havnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder