Føroyskir hondbóltsfjepparar hava, eins og liðini, av álvara gjørt vart við seg á altjóða pallinum.
Serliga hevur hetta verið eyðsýnt til endaspølini, har innrás, gott lag og larmur hava verið eyðkennini. Tað hevur bergtikið, og hetta hevur eisini týðiliga hjálpt føroyska liðnum.
Føroyska manslandsliðið hevur verið sterkt á heimavølli í fleiri ár og ikki tapt kappingardyst síðani móti Eysturríki á Hálsi í 2022. Tað hevur eisini verið útselt ella so at siga tað við Tjarnir til allar heimadystirnar, og tað vitnar um ein flottan stuðul og stóran áhuga fyri føroyskum hondbólti.
Tað eru bert nøkur standipláss eftir til lagnudystin um HM-pláss móti Bosnia-Hersegovina í kvøld. Og teir umleið 3.000 føroysku fjeppararnir hava sanniliga sína uppgávu fyri framman.
Tað eru spælararnir, sum skulu fáa HM-plássið í hús, men hjálp frá áskoðaraplássunum er meira enn vælkomin. Tað fekk Bosnia-Hersegovina eisini hóskvøldið.
![]()
Føroysku spælarrnir kroystir av bosnisku spælarunum og av bosnisku fjøldini í 2. hálvleiki hóskvøld - so at siga øll eru á fótum (Mynd: Sverri Egholm)
Tjarnir hevur ikki altíð livað upp til møguleikan at vera ein verulig "grýta" enr.
Hetta hóast stuðulin sum sagt er góður, tey flestu royna um ikki annað eisini at nýta klapparnar, og fleiri royna at gera nakað eyka: Millum annað er fjepparafelagi "Merkið-liðið" fari at gera meira og meira vart við seg til vinstru aftanfyri eina málið. Tey eru við at skapa stemning - men tað snýr seg eisini um at meginparturin av teimum við Tjarnir veruliga eru við.
Tað er eingin ivi um, at tað er munur á fjepparafjøldum til endaspøl og til ein dyst stutt frá bústaðnum. Ofta hava heimadystirnar eisini verið sunnudag, og nógvar familjur eru til dyst.
Men til dystin í kvøld eftirlýsa spælarar og viðmerkjarar, at føroyska fjøldin fær lagt eitt savnað stórt trýst, og gjøgnumgangandi nógv ljóð við Tjarnir.
Pauli Jacobsen, málverji og liðformaður, eftir sigurin í Tuzla: - Serliga tí einu løtuni er eitt øðiligt "trýst" á, og vit fáa ikki samskift o.s.fr. Tað stressar okkum øðiliga nógv, og teir vita, at tað er til teirra fyrimun, og tað eru áskoðarar hjá teimum. So eg vóni, at vit fáa líka nógvan larm leygarkvøldið - til okkara fyrimuns.
So ikki smæðast við at buh'a eitt sindur og í øllum førum leggja eitt sidnur av trýsti á Bosnia?
- Nei, avgjørt ikki. Tað elska vit
Sí eisini: Maðurin við mongu bjargingunum: - Eg fekk øðiliga góðar arbeiðsumstøður
![]()
Pauli Jacobsen takkar her føroysku útiáskoðarunum í Almerie, skamt frá Amsterdam, eftir sigur í EM-undankappingini. Tað var sum at spæla á heimavølli hjá Føroyum: Á einum heimavølli har áskoðararnir vóru við at bera liðið fram og leggja trýst á hitt liðið (Mynd: Sverri Egholm)
Tormóður Petursson Djurhuus, viðmerkjari: - Føroyingar eru kanska onkutíð ov vinarligir og ov varnir, í mun til at vera hondbóltsfjepparar: Millum annað við at fleiri øtast við, tá man ordiliga rópar "nøl", og heldur at tað skal vera vánaligur ítróttarandi. Tað skal ikki skerast yvir eina linju, tí vit hava nakrar fantastiskar áskoðarar, sum skapa róm. Men hetta her við at man sum ein eind fer inn og leggur hetta kollektiva trýsti. Tað kann geva so nógv og fyri at skapa hetta, er tað ikki nóg mikið at tað eru 200-300, sjálvt um tey sanniliga gera sítt.
Ári Egason Dam, venjari og fyrrverandi landsliðsmálverji: - Tú kanst gott leggja eitt øðiliga stórt trýst á hitt liðið, uttan at sita og ordiliga "buh'a" ella kasta ting eftir teimum. Men til dømis hvørja ferð onkur hjá okkum verður takklaður, so rópa øll, og so hugsar dómarin kanska: - Hatta var ógvusligt, og so er kanska útvísing næstu ferð. - Og tá ið okkara skora ella gera okkurt gott, so jublar man ordiliga og drevur teir frameftir. Meira hetta við at hava eitt "ljóðniveau", sum er rættiliga høgt. Við Tjarnir hevur man kanska bara ordiliga merkt tað móti endanum av fyrsta dystinum móti Niðurlondum, har øll vóru við og skaptu ógvusligt ljóð.
Hesi bæði seinastu sitatini eru frá sending á FM1 í gjár, har serliga Ári eisini vísti á, at eitt ávist trýst er á føroyska liðnum og føroyskum hondbólti í dag.
- Um vit ikki koma víðari nú, serliga við tí útgangsstøðinum vit hava, so er tað næstan ein katastrofa. Eitt kempi, kempi vónbrot - helst størri enn tað móti Norðurmakedónia fyri tveimum árum síðani.
Hákun West av Teigum segði eftir dystin hóskvøldið, at "hetta var einki uppá seg við áskoðarunum í kvøld - tað verður nógv betri við Tjarnir".
Sí eisini: Toppskjúttin skuldi líka vakna í Tuzla - pluss tvey er okay
Júst toppskjúttin í Tuzla, dugnaligi høgri vongurin, setti eftir stórsigurin á Montenegro í Oslo orð á, hvussu nógv føroysku áskoðararnir kunnu hjálpa. Eisini tá teir floyta eftir og leggja trýst á mótsstøðuliðið
- For hundan - tað eru áskoðararnir sjálvandi sum serliga gera mun. Mær dámar øðiliga væl, tá teir stuðla okkumm men eisini tá tað verður floytað eftir hinum. Tað gevur eitt øðiliga stórt trýst á mótstøðuliðið, og tað hjálpir okkum nógv.
Sæst eftir 0.50 her: Hákun: For hundan - tað eru áskoðararnir sjálvandi
------------------------------------
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Í gjár, hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia-Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina
Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.
FM1 sigur frá dystinum í morgin, við upptakt klokkan 18,. Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen vera viðmerkjarar hjá Pæturi Nolsøe, og skaddi Elias Ellefsen á Skipagøtu vitjar eisini eina løtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald