Tað vóru tíggju mál á muni í Vestmanna mikukvøldið, har álopsmaskinan hjá VÍF, við Filipi Jojic á odda, var vælsmurd, og har Mladen Mjerimacka fekk pilkað nógv skot. Í Høllini á Hálsi kvøld var munurin til endans fimm mál, og sum seinni hálvleikur leið gjørdist greitt, at tað so at siga ikki var nakar ivi um, at VÍF komandi tíðina skal spæla FM-finalurnar.
Neistin var á odda við tveimum málum í tveimum førum í 1. hálvleiki, og tað tók eina løtu, áðrenn VÍF fekk gongd á áloppspælið og fekk "skotið hol á" Bence Gödor. ið stóð sera væl fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Í hinum endanum byrjaði Mladen at fáa fatur og serliga á skotum frá vongleikarunum hjá Neistanum. Hetta gjørdist gjøgnumgangandi - millum annað í yvirtalsstøðum hjá heimaliðnum.
Frá tí Dánjal Ragnarsson skoraði til 6-4 gingu átta minuttir til næsta Neista-málið. Hesa løtuna skoraðu vestmenningar fimm ferðir. Teir megnaðu millum annað at gera sær dælt av yvirtalsstøðum, og Neistin kom bert einaferð aftur niður á minus tvey. Tað var tíðliga í 2. hálvleiki, tá verjuparturin hjá Neistanum stóð seg væl, men so dró VÍF frá aftur, teir í bláum manglaðu loysnir í álopsspælinum, har tann "guli múrurin" stóð væl fyri, og har Mladen framvegis var ein góður aftasti skansi.
Tað vóru Filip Jojic og Olsen-brøðurnir, ið gingu á odda við málskjótingini hjá VÍF, men tað var enn eitt sterkt liðavrik, ið laðaði grundina fyri, at finaluluttøkan nú er tryggjað. VÍF skal komandi tíðina stríðast við H71, sum vann tvær hálvfinalur á KÍF við einum máli, og sum vann FM í 2017, 2018 og 2019. Í fjør varð eingin FM-vinnari funnin/kosin orsakað av koronustøðuni, og tískil er talan um liðini, sum hava vunnið tey seinastu fimm føroyameistaraheitini í føroyskum manshondbólti. VÍF vann í 2015 og 2016.
Fyrsta FM-finalan verður leikt nú sunnudagin, 11. apríl. Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari. VÍF og H71 skulu eisini spæla mikudagin 14. apríl og leygardagin 17. apríl. So er spurningurin, um tað verður spælt um gullið í Burn-deildini mikudagin 21. apríl eisini. Um liðini hava vunnið tvær í part tá, so fellur avgerðin leygardagin 24. apríl.
FM-hálvfinala 2
05.04 - Høllin á Hálsi
Neistin - VÍF 23-28 (11-14)
Toppskjúttar: Filip Jojic 8, Sjúrður Olsen 7, Julian Olsen 6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald