Vestmanna Ítróttafelag hevur fingið nýggjan venjara til besta kvinnuliðið. Eisini er ein grønlendskur landsliðsspælari komin til felagið.
Venjarin eitur John Larsen. Hann er 42 ár, kemur úr Kolding í Danmark ,og hevur drúgvar royndir sum venjari í Danmark og Noregi. Nýggi venjarin kemur fyrst og fremst at taka sær av besta kvinnuliðnum, men fer eisini at hjálpa til við venjing og menning av yngru spælarunum og venjarunum í felagnum.
Avtalan við John er fyri restina av hesum kappingarárinum og um partarnir báðir verða nøgdir við samstarvið, verður miðjað eftir at leingja avtaluna, skrivar heimasíðan hjá VÍF. Dia Midjord var í summar settur venjari í felagnum, men samstarvið endaði fyrst í desember, og síðan hava Ingi Olsen og Agnar Joensen fyribils tikið sær av venjingini.
Kvinnuliðið hjá VÍF hevur samstundis fingið ein nýggjan spælara í hópin. Hon eitur Ivâna Meincke, er 24 ár og kemur úr felagnum GSS í Nuuk, Grønlandi. Ivâna er striku- og verjuspælari við royndum frá grønlendska landsliðnum.
Meðan landskappingin hjá monnunum heldur frí orsaka av landsdystum í Luksemburg, verður fult umfar í kvinnudeildini hetta vikuskifti. VÍF skal sunnudagin taka ímóti H71 í høllini í Vestmanna.
Ivâna Meincke
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald