Vestmenningar eru í løtuni í kroatiska havnarbýnum Trogir, har báðir dystirnir hjá føroyska felagnum í 1. umfari í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.
Kyndil spælir í sama umfari í morgin, leygardagin 12. september og sunnudagin 13. steptember. Hetta í Eysturríki móti SC Kelag Ferlach
Feløgini avráddu at spæla báðar dystirnar á sama staði, sama vikuskifti, tí hetta er lættari og bíligari.
Trogir endaði á 5. plássi í kroatisku deildini síðsta kappingarár, og er sum skilst eitt kropsliga sterkt lið.
Talan verður um veruliga avbjóðing hjá VÍF í ítróttarsterka landinum.
Til ber at fylgja gongdini í dystinum við livescore ovast á Portalinum. Ein leinkja til Youtube-stroyming kemur sum skilst eisini úr Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald