Hondbóltur

VÍF spælir evropeiskan hondbólt á heimavølli

Dystirnir móti SSV Brixen úr Italia verða leiktir í Vestmanna 2. desember og 3. desember. Vestmenningar hava fingið undantaksloyvi.

(Mynd: Andrei Antal / VÍF)

(Mynd: Andrei Antal / VÍF)

2023-11-13 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt, at VÍF fer at hýsa báðum dystunum móti SSV Brixen úr Italia í triðja umfari í European Cup. Dystirnir verða spældir leygardagin 2. desember og sunnudagin 3. desember í ítróttahøllini í Vestmanna.

Tað eru 25 ár síðan, at VÍF seinast spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli.

- Okkara viðhaldsfólk hava uppiborið at síggja sítt lið í slíkum dystum, serliga nú tað eru liðin so mong ár síðan seinast. Tí fóru vit í samráðingar við Brixen fyri at fáa báðar dystirnar, sigur Eyð Hansen, forkvinna í VÍF.

Tað var tó ikki bara sum at siga tað, hóast semja fekst við italska felagið, tí høllin í Vestmanna lýkur ikki krøvini hjá evropeiska hondbóltssambandinum. Men eftir drúgt samskifti við EHF, hevur høllin fingið undantaksloyvi til báðar dystirnar í hesum umfari.

Seinast VÍF spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli var í september í 1998 móti Dicken úr Finnlandi. Tá tapti VÍF báðar dystirnar. Árið fyri, í 1997, spældi VÍF ímóti Dinamo Bukarest úr Rumenia og vann seinna dystin við einum máli, ið varð skorað í síðstu løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder