Hondbóltur

VÍF tryggjaði eina triðju hálvfinalu í seinasta sekundi

Eftir sterkt verjuspæl frá vestmannakvinnunum slapp Rannvá Olsen avstað og skoraði til úrslitið 20-19. Harvið skulu H71 og VÍF spæla um finalupláss í Hoyvík hóskvøldið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-21 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður eitt stórt hondbóltskvøld í Hoyvík hóskvøldið 24. apríl, tá ein dystur um finalupláss og ein FM-finala verða spæld í Hoyvíkshøllini.

Í H71 vildi man tó sloppið undan tí fyrru. Tí H71 kundi avgjørt hálvfinalurøðina hjá kvinnum við sigri á VÍF í kvøld. H71 hevði eisini vunnið leiðsluna hjá útiliðnum innaftur og kundi avgjørt í seinasta minutti. Ístaðin fóru vestmannakvinnur tuskandi avstað, og Rannvá Olsen - sum í álopinum frammanundan hevði tveitt bóltin burtur í yvirtali - var ísakøld og avgjørdi. Hetta var sætta málið hjá VÍF eftir steðgin.

[object Object]Rannvá Olsen avgjørdi dystin, meðan VÍF var í yvirtali. Útiliðið hevði annars stórar trupulleikar við at skora eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Frøi á vestmannakvinnum aftaná sigursmálið (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var ógvuliga gott verujspæl frá VÍF og ein blokkur, sum settu kontraálopið í gongd, tá helt fá sekund vóru eftir. H71 kundi ikki spæla 7 móti 6, eins og í fleiri støðum eftir steðgin, tí Elsa Egholm hevði fingið útvísing stutt frammanundan fyri takkling móti Fríðu Nolsøe Olsen.

[object Object]

[object Object]
Talan varð um ein veruligan verjudyst í Hoyvík - hjá VÍF var verjan ógvuliga góð fyri steðgin, og hjá H71 var hon suveren eftir steðgin (Myndir: Sverri Egholm)

Yvirtalsspælið var neyðugt fyri at fáa álopi av álvara at koyra og at fáa møguleikarnir størri. VÍF-verjan og Ida Nielsen og Viviann Petersen í málinum stóðu ógvuliga væl í dag. Fyri stegðin skoraði heimaliðið bert níggju mál.

Sum fráleið í 2. hálvleiki vendist tó við. Hoyvíkskvinnur stóðu ógvuliga væl, ørkymlaði VÍF, og tað líktiskt aftur longdari leiktíð  - ella einum heilt smølum sigri.

Tað gjørdist tað seinna í málfátæka dystinum, og harvið skulu VÍF og H71 spæla eina triðja og púra avgerandi hálvfinalu um at møta Kyndli í FM-finalunum.

Kyndil vann fyrr í dag við fýra málum á Neistanum í hálvfinalu á Hálsi - Sí myndir og meira um tann dystin her.

Onnur hálvfinalan 
Hoyvík, 21.04
H71 - VÍF 19-20 (9-14) - 1-1 í hálvfinalum

Sí dómaraseðil her

Spælt verður fyrst upp í tveir sigrar - nú best av trimum. Liðini spæla aftur hóskvøldið, 24. apríl, klokkan 18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder