Kyndil vísti styrki - serliga í verjuni - við at vinna við sjey málum á Neistanum. Harvið eru steypavinnararnir sum væntað nú bert eitt fet frá enn einari FM-finalu.
Hana kann Kyndil taka sunnudagin klokkan 16. Og sunnukvøldið kann VÍF vinna seg í finaluna, um tað eydnast at koppa H71 í Hoyvík eisini.
Hoyvíksvkvinnur vóru annars frammanfyri so at siga allan dystin í Vestmanna. Tá beint yvir níggju minuttir vóru eftir, var munurin fýra mál. Men VÍF vísti vilja og styrki, og Fríða Nolsøe Olsen skoraði tvey tey seinastu málini í vanligu leiktíðini
Í longdu leiktíðini (2x5 minuttir) settu vestmannakvinnur, og serliga Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen seg á dystin. VÍF skoraði seks tey seinastu málini - øll sum komu í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini.
Tungt hjá H71 - ógvuliga flott hjá VÍF - og lagt er upp til spenning aftur sunnukvøldið (Klokkan 19 í Hoyvík).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald