Fótbóltur

Viking vann týðandi botndyst - Kjartan sigldi úr Føroyum til dystin

Strandingurin gjørdist eisini avgerandi við málinum til 26-25 í seinasta álopinum. Føroyingafelagið kom harvið framvið júst Sandefjord á stigatalvuni og heldur jól á næstaftasta plássi.

Mynd: VikingHK

Mynd: VikingHK

2020-12-20 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann varð noyddur at fara beinleiðis til Føroya eftir dystin móti stórfelagnum Elverum av persónligum ávum. 24-ára gamli strandingurin varð tó ikki verandi leingi men orsakað av vaksandi koronatilburðum í Føroyum og sóttarhaldsreglunum í Noreg kundi hann ikki flúgva til landi í vanligum flogfari.

Leiguflogfar var heldur dýrt fyri Kjartan og Viking Stavanger, so familjan hjá landsliðsleikarunum fann uppá ráð, og fann eitt skip sum skuldi til Noregs við farmi, sum Kjartan Johansen slapp við.

Túrurin, saman við trimum øðrum føroyingum og trimum frá Filipsoyggjunum, til Karmoy tók tríggjar dagar. Ætlanin var, at Kjartan og hinir skuldu koma til Noregs leygardagin, men lagt varð ikki at fyrrenn á middegi sunnudagin orsakað av ringum veðri. Høgri bakkurin varð tó ikki veruliga raktur av sjóverki men náddi ikki at verða heilt til reiðar til dystin móti Halden, ið Viking tapti við einum máli.

Les meira um túrin hjá Kjartani á heimasíðuni hjá Viking Stavanger her

[object Object](Mynd: Vikinghk.no)

Kjartan Johansen var tó sum ætlað til reiðar til lykladyst í gjár móti TIF Sandefjord, og tað vísti seg at vera avgerandi. Helgi Hoydal spældi sum vanligt við fullari megi í báðum endum, skoraði fimm mál og fekk nógv rós frá heimasíðu felagsins. Tað fáa Jónas Gunnarson Djurhuus og Kjartan Johansen eisini. Teir verða kallaður "crazy faraoes" við røttum víkingblóði í æðrunum, og landsliðsleikararnir gjørdust avgerandi. 

[object Object]Helgi Hildarson Hoydal (Mynd: Savnsmynd)

Sandefjord var á odda 16-14 í stegðinum, men seinastu 25 minuttirnar í 2. dystinum lat Viking bert seks mál inn, og tá farið var undir seinasta álopið, hevði  útiliðið møguleikan at avgerða dystin. Hetta eydnaðist, tí Helgi fekk "screenað" rætt, Jónas spældi Kjartan væl upp, og hann skoraði til 26-25. Toppskjúttin hjá Viking sendi harvið liðið frammum júst Sandefjord, ið eisini flutti í bestu deildina til hetta kappingarári.

Hoyvíkingarnir og strandingurin kunnu harvið fegnast nakað, nú jólafrí er. Viking er av aftasta plássinum, og tað er í stóran mun teimum at takka. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder