Tað var eftir skotroynd frá Sølva Vatnhamar, ið fekk bólt spældan frá einum vældriblandi Olaf Bárðarsyni. Málmaðurin, Vladislavs Kurakins, bjargaði heldur veika skotinum, men ein árvakin Poul Kallsberg setti returbóltin trygd í netið.
Víkingur royndi at skipa seg í verjuni. Samstundis royndi Liepaja av øllum alvi at gerast vandamiklir í álopsstøðum, men til fánýtis.
Geza Turi, sum flestu føroyingar ynskja sær á føroyska landsliðnum, spælir høgan og djúpan bólt, sum Finnur tekur niður til føturnar. Hann tekur ein stuttan rennitúr, fær vinkul á og setur bóltin, púra ísakaldur, upp í handara horn - stong og í mál.
Víkinga-viðhaldsfólk eru væl umboðað við Djúpumýru og ljósabláur dámur er um allar geilar.
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 18.07
19.00: Víkingur - Liepaja 2-0 (3-1 samanlagt)
30' Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar)
43' Finnur Justinussen (Geza David Turi)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald