2022-03-11 21:02
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dysturin millum Víking og EB/Streym verður spældur í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19.
Eftir ætlan skuldu Víkingur og EB/Streymur seta hol á 2. umfar í Betri Deildini hjá monnum fríggjakvøldið klokkan 18.
Men nógvi vindurin í Sarpugerði i Norðragøtu hevði við sær, at dómarin, Dagfinn Forná ongantíð setti dystin í gongd.
Nú hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at dysturin verður spældur í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald