Fótbóltur

Víkingur fyri greiðum ósigri á heimavølli

Torpedo Kutaisi setti Víking uppá pláss í sólini á Svangaskarði í kvøld.

Filip Djordjevic og Vìkingur gjørdi einki við georgiska meistaraliðið í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

Filip Djordjevic og Vìkingur gjørdi einki við georgiska meistaraliðið í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-02 20:52 Author image
Agnar Prestá

Víkingur hevði trý mál at innheinta frá fyrra dystinum, og tað varð væntað, at hetta allarhelst fór at vera ein ov stórur biti í mun til at koma víðari. Hinvegin vóru vónirnar rímiliga góðar til, at Víkingur fór at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. Men Torpedo Kutaisi var ov sterkt og effektivt, og georgiska meistaraliðið vann sannførandi 4-0 á Svangaskarði.

Víkingur legði hart út, og royndi at leggja trýst á gestirnar beinanvegin. Nøkur innlegg og hornaspørk og ágangandi spæl fyrstu minuttirnar bóru boð um, at víkingarnir fór at kunna gera tað trupult fyri Torpedo. Men eftir tíggju minuttir var tað útiliðið, ið kom á odda. Milos Lacny legði bóltin hegnisliga í longra málhorn, staddur til vinstru, stutt inni í brotsteiginum. Hetta gjørdi, at uppgávan hjá Víking nú var nærum ógjørlig, og málið loypti hvøkk á Víking. Hóast heimaliðið framvegis kom til onkrar støður, so høvdu georgar yvirvágina.

Tað sást, at leikararnir á Torpedo Kutaisi vóru tryggir á bóltinum, og útiliðið flutti bóltin væl runt. Hóast Torpedo ikki skapti nógvar upplagdar málmøguleikar, so kom Vìkingur at renna nógv aftaná, og í 24.minutti gjørdist tað 2-0. Eftir stútara royndi Elias Lervig at stúta bóltin burtur, men bólturin hevði verið innanfyri, áðrenn ungi bakkurin fekk høvdið á hann.

Eins og í fyrra hálvleiki kom Víkingur væl út til 2.hálveiki. Í fyrsta álopinum hevði heimaliðið ein risamøguleika, tá Andreas Lava Olsen fekk ein frían stútara mitt fyri málið eftir gott uppspæl og innlegg úr høgru. Stútarin fór tó beint framvið. Víkingur helt fram, men so sló georgiska liðið aftur til. Torpedo fekk fatur á bóltinum eina løtu, og eftir gott samanspæl í høgru kom bólturin fyri føturnar á Olexandr Azatskiy, ið smekkaði bóltin í málið til 3-0.

Luftin fór nú av álvara úr dystinum. Víkingur gjørdi tríggar útskiftingar tjúgu minuttir fyri tíð, og útliðið rullaði nógv bóltin runt. Víkingur royndi framvegis at hótta, men varð revsa aftur smáar tíggju minuttir fyr tíð tá Torpedo gjørdi skjótt av, eftir at Víkingur hevði havt ein deyðbólt.

Eftir fleiri ár við góðum úrslitum var mótssøðan hjá Víkingi ov sterk í Evropa í ár. Talan gjørdist um samanlgat 7-0 tap í Europa League og fýra tap í evropeiskum fótbólti.


Liðið hjá Vìkingi í kvøld:

Elias Rasmussen - Elias J. Lervig, Atli Gregersen (L), Hjalti Strømsten, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar(Adrian Cascaval),  Karl A. Løkin, Sølvi Vatnhamar (Dennis Nieblas Moreno), Filip Djordjevic - Andreas Lava Olsen(Heðin Hansen) - Adeshina Lawal



Víkingur – Torpedo Kutaisi 0-4( 0-2) 0-6 samanlagt

11.min 0-1: Milos Lacny,
24.min 0-2: Mamuka Kobkhidze,
58.min 0-3: Olexandr Azatskiy,
82.min 0-4: Tornike Kapanadze,

 

placeholder
placeholder