Fótbóltur

Víkingur hevur tryggjað sær Poul Kallsberg

19-ára gamli evnaríki álopskendi miðvallarin gerst triði strandingurin í hópinum hjá steypavinnarunum. Hann hevur frammanundan bert umboðað barndómsfelagið Skála.

Onnur feløg hava eisini víst Poul, ið flutti niður saman við Skála, áhuga (Mynd: vikingur.fo)

Onnur feløg hava eisini víst Poul, ið flutti niður saman við Skála, áhuga (Mynd: vikingur.fo)

2022-11-10 22:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søgur hava gingið um tað í eina tíð, og nú er tað endliga váttað: Poul Kallsberg skal næsta kappingarár spæla fyri Víking.

19-ára gamli strandingurin var eitt av ljóspunktunum hjá greiðu niðurflytarunum Skála í ár, og tað var helst ongantíð eitt tema, at evnaríki álopskendi miðvallarin skuldi spæla í 1. deild, eins og hann gjørdi í fjør.

Tá var Poul eitt stutt skifti í italska felagnum Lazio til royndarvenjing. Áhugi hevur verið fyri honum ymsastaðni í Føroyum, og sum skilst hevði hann millum annað eitt sáttmálatilboð liggjandi á borðinum frá 07 Vestur. Men í kvøld kann Víkingur so váttað, at Poul Kallsberg er ljósabláur: 

- Poul er 19 ára gamal, og hevur inntil nú, bert umboðað barndómsfelagið Skála, har hann farna kappingarár skoraði seks mál. Eisini hevur Poul spælt 17 U-landsdystir. Poul er ein spennandi ungur leikari, sum vit gleða okkum at síggja meir til.

[object Object]
Ein blaðungur Poul Kallsberg í nærdysti við Bárð Jógvansson Hansen í 2020. Teir verða nú liðfelagir í Víkingi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Felagið bjóðar Poul Kallsberg vælkomnan í Sarpugerð og kunngerða, at talan er um ein tvey-ára sáttmála. Poul hevur higartil spælt 53 dystir í Betrideildini og tríggjar í kappingini um Løgmanssteypið.

Tveir aðrir strandingar hava spælt fyri Víking seinastu trý kappingarárini: Ari Olsen og Jákup Johansen. Umframt hetta er venjari hjá næstbesta liðnum, ið aftur í 2022 stóð seg heilt væl, strandingurin Ólavur Mikkelsen.

Hetta er fyrsti styrkurin hjá steypavinnarunum og silvurvinnarunum í Betrideildini, og spurningurin er so, um liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen fær meira tilgongd í vetur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder