Fótbóltur

Víkingur og HB bresta saman

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, sum verða spældar 3. og 14. september.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-19 16:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður Skála ímóti KÍ, og Víkingur, sum á heimavølli tekur ímóti HB, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar.

Sum skráin liggur nú, so verða fyrru hálvfinalurnar avgreiddar mikudagin 3. september, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin 14. september.

Í fjórðingsfinalunum, sum blivu spældar í gjár, hósdagin, vóru úrslitini hesi: KÍ – FC Hoyvík, 9-0, Skála – 07 Vestur 6-2, Víkingur – B36 3-0, og aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping vann HB 3-0 á NSÍ við Løkin í Runavík.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder