Fótbóltur

Víkingur og Lukasz steðga samstarvinum

Lukasz Cieslewicz verður ikki longur at síggja í ljósabláa víkingabúnanum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-10-16 23:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víkingur boðar í kvøld frá, at felagið og Lukasz Cieslewicz eru komin á samt um at steðga við samstarvinum.

32 ára gamli póllendingurin sum hevur spælt í Føroyum síðani 2011, og kom til Víking undan hesum kappingarárinum, meðan Eyðun Klakstein var venjari.

Tað hevur verið nakað av órógvi í felagsliðnum í Gøtu og Leirvík í ár, og í september var Eyðun Klakstein koyrdur til hús. Leiðslan í felagnum ynskti at seta meira ferð á eitt ættarliðsskifti.

Í hesum ættarliðsskiftinum er ikki pláss fyri Lukasz Cieslewicz.

Víkingur liggur á fimta plássi við 44 stigum, og skal sunnudagin á vitjan hjá oddaiðnum HB á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder