Teir báðir seinastu dystirnir í 7. umfari í Betrideildini eru leiktir í kvøld. Víkingur var á vitjan á Argjum, og NSÍ tók ímóti B36.
Eftir 4. umfar hevði B36 fult stigatal eftir sigur á grannunum úr HB. Men nú hevur B36 tapt tríggjar dystir á rað; øll móti liðum sum hava mynda topp-fimm seinastu trý árini. Liðið hjá Jákupi á Borg varð eisini sligð út av steypakappingini 2. Páskadag, so tað kom uppá fýra ósigrar samanlagt á rað í kvøld. Ártalsfelagið er nú á 5. plássi
Árni Frederiksberg legði annars B36 á odda eftir eitt stórt korter við góðum beinleiðis frísparki á sínum gamla heimavøll. Men tíðliga í 2. hávleiki kom NSÍ uppá javnt, og heimaliðið sat á seinna hálveleiki. Tjúgu minuttir fyri leiklok syrgdi Pól Jóhannus Justinussen fyri tí, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi málið í dystinum. Runavíkingar hava vunnið allar heimadystirnar í kappingarárinum og koma við sigrinum frammum júst B36.
Í mjørkanum á Argjum komu trý mál stutt fyri steðgin, og frammanundan hesum hevði Sølvi Vatnhamar misnýtt eitt brotsspark. Landsliðsleikarin fekk aftur møguleikan úr ellivu metrum, beint sum yvirtíðin skuldi byrjað, og hesaferð tók leirvíkingurin av. Harvið gjørdi hann sum í fjør á Argjum, tá hann eisini skoraði brotsspark.
Ungi Arnbjørn Svensson var í kvøld á vøllinum frá byrjan fyri Víking, og hann kom fyri aðru í ár á máltalvuna; málið hjá honum var frálíkt. Víkingur hevur vunnið tríggjar á rað í Betrideildini og fimm samanlagt og hevur lyft seg upp á triðja plássið. AB er framvegis niðast, og hevur ikki fingið stig síðani í 2. umfari móti ÍF.
AB - Víkingur 1-3 (1-2)
'33 Sjálvmál 0-1
'40 Eli Christiansson 1-1
'42 Arnbjørn Svensson 1-2
'90 Sølvi Vatnhamar (br.) 1-3
NSÍ - B36 2-1 (0-1)
'17 Árni Frederiksberg 0-1
'47 Jann Martin Mortensen 1-1
'70 Pól Jóhannus Justinussen 2-1
Ì gjár:
EB/Streymur - ÍF 0-2 (0-1)
43’ Dávid Langgaard 0-1
65’ Ari Ó. Ellingsgaard 0-2
Sunnudagin:
KÍ - TB 7-0 (4-0)
11' Jóannes Bjartalíð (br) 0-1
13' Deni Pavlovic 0-2
18' Simen Sandmæl 0-3
34' Patrik Johannesen (br.) 0-4
54' Jóannes Bjartalíð (br.) 0-5
61' Boris Dosljak 0-6
76' Darius Lewis 0-7
HB - Skála 0-2 (0-1)
44' Ronni Møller-Iversen (br.) 0-1
58' Jákup Johansen 0-2
Støðan:
1. KÍ (17 stig)
2. Skála (15 stig)
3. 4. Víkingur (13 stig)
4. NSÍ (13 stig)
5. B36 (12 stig)
6. HB (9 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (6 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig) *
8. umfar verður leikt sunnudagin:
8 | 05.05.19 | B36 | ÍF | - | |
8 | 05.05.19 | AB | KÍ | - | |
8 | 05.05.19 | 15:00 | TB | NSÍ | - |
8 | 05.05.19 | 15:00 | SKÁLA | Víkingur | - |
8 | 05.05.19 | 15:00 | EB/Streymur | HB | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald