Fótbóltur

Víkingur og NSÍ greiddu sína skyldu

Víkingur var í yvirtal størsta partin av dystinum á Eiði og vann at enda trygt; NSÍ hevði meira baks av AB, men Klæmint Andrasson Olsen var munurin, tá samanum kom.

Filip Djordjevic skoraði tvær ferðir fyri Víking í sigrinum á EB/Streymi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Filip Djordjevic skoraði tvær ferðir fyri Víking í sigrinum á EB/Streymi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2019-06-15 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vann KÍ 2-0 á Skála í fyrsta dystinum í 13. umfari, so í kvøld skuldu Víkingur og NSÍ gera sítt fyri at renna aftaná. Hetta eydnaðist hjá hesum báðum Eysturoyarfeløgunum - undir ymiskum umstøðum.

Undan dystinum ímóti Víkingi í kvøld hevði EB/Streymur latið 18 mál inn í trimum teimum undanfarnu dystunum. So tá Petur Zachariasen tíðliga í dystinum fekk beinleiðis reytt kort fyri, og Sølvi Vatnhamar umetti brotssparkið ið kom av gerðini til mál, so sá tað ikki so gott út hjá EB/Streymi. Víkingur skoraði eisini seks mál á Eiði í 1. umfari í steypakappingini og er í sera góðari gongd. 

[object Object]
(Sølvi Vatnhamar skoraði í kvøld sítt fimta mál í Betrideildini í ár - Mynd: Jens Kr. Vang)

Ónøgdin var stór millum viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi yvir avgerðina, ið leiddi til brotssparkið og reyða kortið. Tað var tað eisini millum leikararnar á heimaliðnum, men teir brettu upp armar, vóru kompaktir, og góvu ikki nógv burtur. Sølvi hevði stóran møguleika at økja undan steðginum, men annars helt EB/Streymur fast fram til miðskeiðis í 2. hálvleik, tá Víkingur skoraði tvær ferðir innan fimm minuttir. 

Dysturin var nú avgjørdur, men liðið hjá Jákup Martini Joensen helt fram at arbeiða væl, og fimm minuttir fyri tíð minkaði innskifti Ragnar B. Danielsen við tryggum brotssparkið. 27-ára gamli leikarin gjørdi tað sama í 1-1 javnleikinum í Sarpugerði í 9. umfari. Í yvirtíðini svaraði Filip Djordjevic aftur við sínum øðrum málið, og Víkingur hevur nú vunnið átta útav teimum seinastu níggju dystinum í Betrideildini - einasti stigamissurin kom ímóti júst EB/Streymi 

[object Object](EB/Streymur stríddist væl við tíggju monnum í trý korter, men víkingarnir vóru ov sterkir - Savnsmynd/Sverri Egholm)

Í Runavík var Eystanstevnudystur, og tað var sum væntað Klæmint Andrasson Olsen, ið kundi lyfta steypið eftir dystin ímóti botnliðnum AB. Áleyparin tryggjaði heimaliðnum steypið og, meira umráðandi, trý stig.

Tað tók tó eina løta, til hol kom á. AB helt NSÍ væl burtur, hóast Klæmint hevði nakrar royndir fyri steðgin, ið Matthias Lamhauge vardi væl fyri. Men í seinna hálvleiki sló metmaðurin, og maðurin ið skoraði ímóti Spania fyri átta døgum síðani, til tvær ferðir. Fyrst stútaði hann innlegg frá Peturi Kundsen í málið, og eitt korter fyri tíð lukkaði hann dystin við frálíkum saksasparkið. Ein góð Eystanstevna: Mál nummar 15 og 16 hjá Klæminti í Betrideildini og sigur nummar átta á rað hjá NSÍ.

[object Object]
(Klæmint fer her Ólavsøkusteypið í fjør eftir sigurin á HB. Hendan dystin setti rituvíkingurin málmetið í føroyskum fótbólti - síðani hevur hann bara hildið áfram at skora)

Runavíkingar hava nú bert eitt stig upp til KÍ og Víkingur hevur trý. B36 er tað seinasta av teimum heilt frammaligu liðunum, ið skal royna at fáa trý stig. Tað verður í morgin, har HB eisini skal vinna fyri at halda sambandið við oddin. 

13. umfar:
EB/Streymur - Víkingur 1-4 (0-1)
15' Sølvi Vatnhamar (br.) 0-1
65' Dion Splidt 0-2
69' Filip Djordjevic 0-3
87' Ragnar B. Danielsen (br.) 1-3
90 (+3)' Filip Djordjevic 1-4

NSÍ - AB 2-0 (0-0)
57' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
75' Klæmint Andrasson Olsen 2-0

Í gjár:
Skála - KÍ 0-2 (0-2)
9' Patrik Johannesen 0-1
38' Jóannes Bjartalíð 0-2

Í morgin:
15.00: ÍF - HB
           TB - B36

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (32 stig) 
2. NSÍ (31 stig)
3. Víkingur (29 stig)
4. B36 (27 stig)*
5. HB (21 stig) *
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) *
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig) *

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder