Fótbóltur

Víkingur vann sær góðan fyrimun móti Linfield

Tað var ikki altíð pent, men ein stórur stríðsinnsatsur og mál hjá Inga Jonhardsson gjørdist avgerandi. Víkingur vann 2-1 á Linfield og liggur harvið til play-off pláss undan dystnum í Belfast.

Víkingar fegnast um 2-1 málið, sum Ingi Jonhardsson skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingar fegnast um 2-1 málið, sum Ingi Jonhardsson skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-07 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjaði nærum dreymakent, men tað varð neyðugt hjá Víkingi at arbeiða gróthart í yvir 90 minuttir og verja hugsavna fyri at vinna sær evropeiska fyrimunnin 

Longu í 3. minutti vunnu víkingar bóltin og sendu Sølva Vatnhamar avstað í høgru. Hart og gott innlegg sum Ben Hall ikki fekk vart fyri: Ístaðin beindi verjuspælarin bóltin í egið mál.

Leiðslan hjá Víkingi helt í seks minuttir. Síðani stútaði Matthew Fitzpatrick væl til í málið eftir innlegg úr høgru. Hans Jákup Arngrímsson kundi kanska tikið bóltin, men 21-ára gamli málverjin var annars góður í sínum evropeiska elddópi.

Sìðani komu nógv innlegg og nógvar støður. Linfield hevði yvirvágina so at siga restina av 1. hálvleiki, men tað var 1-1 í steðginum.

Í 2. hálvleiki hekk tað betri saman hjá Víkingi. Føroyameistararir vardu sum heild sín brotsteig ógvuliga væl, og tíggju minuttir eftir steðgin eydnaðist Inga Arngrímsson at senda bóltin í netið av brotsteigarmarkinum hjá Linfield. Talan var um gott skot við "kalda" høgra beinunum hjá vinstra bakkinum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Restina av dystinum snúði tað seg mest um at renna og verja hjá Víkingi. Føroyameistarasrnir stríddust fyrimyndarliga og vunnu sær fyrimunin undan seinna dystinum, sum verðu í Belfast um eina viku.

Hetta var fyrstu ferð í seks royndum, at eitt føroyskt felag vinnur fyrra dystin móti Linfield. Kanska tað bragdar nú, í mun til at senda norðurírska liðið út. Í øllum førum hevr Víkingur nú skapt sær nakað spennandi - og vunnið stig - í Evropa 2025.

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 7. august á Tórsvølli
Víkingur - Linfield 2-1 (1-1)
3' Sjálvmál 1-0
9' Matthew Fitzpatrick 1-1
56' Ingi Jonhardsson 2-1

Víkingur (4-2-3-1): Hans Jákup Arngrímsson - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason - Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Ragnar Skála (66' Stefan Radosavljevic) - Jákup Johansen (66' Jørgen Nielsen)

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder