Víkingur var hesaferð sterkari í grannauppgerðini

Teir í ljósabláum vóru greitt omaná í 1. hálvleiki, men ÍF fekk skapt veruligan spenning í, í 2. hálvleiki, og tað var sera nær við, at heimaliðið fekk útjavnandi málið ímóti endanum.

Finnur Justinussen legði Víking á odda (Mynd: Jens Kr. Vang)

Finnur Justinussen legði Víking á odda (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-23 18:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

17. juni vann ÍF 2-1 í Sarpugerði og legði seg harvið frammum Víking og setti eina feita striku undir, at fuglfirðingar eru væl sterkari enn í fjør, og at Víkingur ikki megnaði at vera partur av oddastríðnum.

[object Object]
ÍF vann 2-1, tá liðini hittust seinast (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Í dag hittust liðini aftur. Í 1. hálvleiki vísti Víkingur til tíðir sera gott spæl og var fullkomiliga omaná í Fløtugerði. Tað varð 1-0, tá Sølvi Vatnhamar eftir hálvan tíma legði væl innfyri, og Finnur Justinussen beindi bóltin væl í málið við høvdinum. Næstan beint áðrenn hálvleik kundi Gunnar Vatnhamar økja, tá hann gjørdist púra fríur í samband við hornaspark.

Víkingur hevði aðrar góðar støður; bæði fyri stegðin og eisini eftir hann, men ístaðin kom ÍF inn í dystin aftur. Karl Løkin royndi seg við frísparki úr 30 metrum ella beint omanfyri tað. Skotið var knallhart, og Elias Rasmussen megnaði ikki at halda tí úti. Nú bylgjaði dysturin eitt sindur aftur og fram. Víkingur fekk meira pláss, meira ÍF satsaði, men tað var sera við, at tað eydnaðist hjá fuglfirðingum.

[object Object]
Ein fyrrverandi Víkinga-leikari og ein fyrrverandi ÍF-leikari. Teir fingu gult kort fyri at takkla hvønn annan (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Skotið til Karli var gott, men Elias kundi havt gjørt tað betri. Málverjin hjá Vìkingi hevði tó eina avgerandi stórbjarging í yvirtíðini (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]

(Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyrst spældi innskifti Gundur Petersen tvey góð bandaspøl, og komin inn í brotsteigin var hann sera nær við at krúlla bóltin upp í longra málhorn við vinstra beininum. Tveir minutttir seinni endaði eitt innlegg hjá Sjúrða Paula Nielsen á yvirleggjaranum, og var Ari Olsen ikki komin fyri, tá Uros Stojanov kom á returin, so varð 2-2. Seinastu royndina átti Hans Jákup Lervig, men Elias bjargaði sera væl.

Samaunmtikið var sigurin hjá Víkingi uppiborin, men ÍF vísti fleiri góðar taktir í 2. hálvleiki. Víkingur er nú níggju stig framamnfyri og er ikki so langt frá NSÍ. 

17. umfar
23.08

ÍF - Vìkingur (1-2) 
32' Finnur Justinussen 0-1
42' Gunnar Vatnhamar 0-2
57' Karl Løkin 1-2

Myndir frá dystinum


EB/Streymur - AB 3-1 (2-0)
38' Bárður Olsen 1-0
39' Gestur Bogason Dam 2-0
58' Adeshina Lawal 2-1
67' Gestur Bogason Dam 3-1

TB - Skála 1-0 (0-0)
58' Filip Obadovic 1-0

Les eisini:  Sera góður dagur fyri EB/Streym og TB         

Støðan:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (17 dystir) 
5. Víkingur 26 stig (16 dystir) 
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 16 stig (17 dystir) 
8. TB 10 stig (17 dystir) 
9. AB 7 stig (18 dystir) 
10. Skála 2 stig (17 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder