Víkingur byrjaði kappingarárið sannførandi við átta sigurin á rað í Betrideildini. Seinasta umfar í fyrsta triðingi kom ein bukla í, tá víkingarnir taptu 2-1 í Klaksvík. Hetta var 12. mai, og eftir níggju umfør vóru Víkingur og HB jøvn í stigum. KÍ, sum hevði sagt venjaran upp, var trý stig aftanfyri.
Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen byrjaði bara eina nýggja sigursrøð, sum varir enn. Við sannførandi sigrinum í Gundadali í gjárkvøldið er hon nú tíggju landskappingardystir á rað. B36 var ikki nær við at gerast ein snávingarsteinur, og við tapinum hjá HB við Løkin lagt afturat, er Víkingur nú í uppaftur betri støðu, nú endaspurturin nærkast.
Olaf Bárðarson skaraði framúr fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, tá dysturin varð avgjørdur. Her hevur vongurin skorað til 3-1 móti B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast hálvfinalutap hava Víkinga-fjepparar nógv at fegnast um í hesum døgum (Mynd: Sverri Egholm)
HB hevur havt eitt gott kappingarár og sló Víking út úr steypakappingini fríggjakvøldið, men liðið hjá Adolfo Sormani er nú seks stig aftanfyri Víking - og hevur spælt ein dyst fleiri.
KÍ hevur níggju stig færri enn Víkingur. Umframt at tað at vinna restina av dystunum sum so er eitt krav hjá trýfaldu føroyameistarunum, hava teir møguliga uppaftur fleiri evropeiskar dystir at hugsa um. KÍ og HB hava eisini so nógv verri málúrttøku enn Víkingur, at tað sum so telur sum eitt eyka stig hjá Víkingi.
Støðan í topp-fýra:
1. Víkingur 54 stig * (+50)
2. HB 48 stig (+27)
3. KÍ 45 stig * (+22)
4. NSÍ 37 stig (+19)
* Ein dyst færri
Ætlanin hjá Jóhan Peturi Poulsen at fáa Víking fram í oddin í føroyskum fótbólti aftur hevur eydnast og er framd á flottan hátt. Løgmanssteypið í 2022 og tvey silvurheiðursmerki á rað í landskapingini - næstu tveir mánaðirnar skal krúnan á verkið (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur vann á KÍ í Klaksvík fyrst í juni. KÍ tapti stutt seinni 3-0 í Gundadali móti HB, men síðani støðgaði støðufesti hjá HB í landskappingini: Liðið hevur nú tapt tríggjar av sínum seinastu seks dystum í Betrideildini - harav lykladystin í Sarpugerði fyrst í juli - og hevur mist takið í oddinum.
Jóhan Petur Poulsen og hansara menn vilja ikki sleppa tí. Nú hevur Víkingur bert landskappingina at hugsa um, og um tað aftur eydnast at vinna leygardagin, tá NSÍ vitjar, so er Víkingur í dreymastøðu, tá landsliðssteðgur er, og bert sjey umfør eru eftir. Fyriuttan dystir móti KÍ og HB, verða bert dystir eftir móti "botn-fimm", og móti slíkum plagar Víkingur at vera lýtaleyst.
Eftir tapið í Sørvági 10. juni í fjør hevur Víkingur vunnið 31 av 32 landskappingardystum. Ótrúliga flott. 13 teir seinastu dystirnir í 2023 endaðu við sigri. Tað rekk til enn eitt silvur í Betrideildini - nú vilja víkingarnir hava gull. Um teir ikki tevja tað nú, so hava teir mist luktisansin í Sarpugerði. Tað er tó framvegis arbeiði, ið skal fremjast, um fyrsta FM-heitið síðani 2017 skal koma í hús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald