Fyri hvørja viku í "Herre Håndbold Ligaen" í Danmark verður eitt lið sett, har leikararnir við best avrikum á sínum plássi verða settir á.
1. umfar varð leikt í vikuskiftinum, og í dysti Suðurjútlandi gjørdi ein nýggjur leikari í deildini av álvara bart.
Talan var um 23-ára gamla føroyingin Vilhelm Poulsen, sum í summar skifti úr íslendskum hondbólti. Hoyvíkingurin spælir nú fyri Lemvig-Thyborøn, ið var á vitjan hjá Sønderjyske fríggjakvøldið. Heimaliðið var omaná og vann við trimum málum, men Vilhelm skoraði átta mál.
Hann gjørdist harvið toppskjútti í og høgri bakkurin er nú á vikuliðnum:
Skanderborg Aarhus tapti eisini fríggjakvøldið. Hákun West av Teigum skoraði trý mál í 24-22 ósigrinum í Fredericia. Í annaðkvøld taka Hákun og liðfelagirnir móti Mikkel Hansen og Aalborg. Vilhelm og liðfelagirnir spæla á heimavølli Fredericia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald