Fótbóltur

Vilja stýra spælinum móti Moldova - skulu arbeiða eins hart sum móti Danmark

Håkan Ericson og Brandur Hendriksson hava báðir tvíbýttar kenslur um upplivingina leygarkvøldið. Nú hugsavna teir seg um eina heilt øðrvísi uppgávu. Brandur fekk tíverri ein stoyt í knæðið til venjing - sí myndir frá.

Brandur Hendriksson Olsen á tíðindafundi beint eftir middag, har hann millum annað settu sterk orð á upplivingina móti Danmark. Umleið hálvan tíma seinni fór hann út úr venjingini við forbinding um knæðið og má tískil tíverri metast at vera ivasamur til í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen á tíðindafundi beint eftir middag, har hann millum annað settu sterk orð á upplivingina móti Danmark. Umleið hálvan tíma seinni fór hann út úr venjingini við forbinding um knæðið og má tískil tíverri metast at vera ivasamur til í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-06 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson byrjaði tíðindafundin við at seta orð á tað, sum teir allarflestu føroyingarnir, ið hugdi eftir dystinum móti Danmark, helst kendu á sær leygarkvøldið.

- Vit hava tikið samanum og hava sum so tvær kenslur um dystin: Tann eina er vónbrot um úrslitið - at tað ikki rakk til stig - og hin er nøgdsemi yvir avrikið og gleði um upplivingina.

[object Object]Håkan Ericson á tíðindafundi á middegi (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen, ið var við Håkani, nýtti meira orðið stoltleiki, og tað var stoltleikin, ið vann á vónbrotinum. Skálvíkingurin við 46 landsdystum setti eisini orð á heilt góða stuðulin.

- Eg eri ógvulig errin av tí, sum vit framdu, og  eg kann einki negativt siga um innsatsin. Eg má eisini siga, at eg havi ikki uppliva Tórsvøll á slíkan hátt fyrr. Frá fyrsta til síðsta minutt var tað nakað heilt serligt. Tað kókar fullkomiliga á so nógvum ymiskum tíðspunktum - tá málið verður kolldømt, tá vit vinna innkast, takkalingar o.s.fr - og nógvar kenslur uppá spæl.

Tróndur Arge frá FM1 spurdi um fysisku støðuna eftir krevjandi dystin, og um nakrar dómaravgerðir í seinna hálvleiki leygarkvøldið.

- Har eru nakrar avgerðir, sum eru ímóti móti okkum, og tað er vanligt, tá hini liðini eru hægri styrkismett - t.d. tá Teitur tíðliga fær gult kort fyri drál. Hetta er sjálvandi harmiligt, men tað er ikki gott at fokusera uppá - vit fokusera heldur uppá hvat vit fáa, segði landsliðsvenjarin

- Tað krevur nógva megi, men tað gevur avgjørt energi at spæla slíkar dystir sum móti DK. Í gjár hevði eg ein langan fund við fysiska toyminum um støðuna. Harímillum er Magni Mohr, ið er professari, og vit hava gott tamaharld á støðuni. Vit hava eisini fingið nýtt til dømis Brand, Sølva og Hall eitt sindur avmarkað við at skifta teir út ella inn.

Fara at hava bóltin meira - Brandur ivasamur
Tað er eingin ivi um, at dystarmyndin móti Moldova fer at vera munandi øðrvísi, enn hon var móti Danmark. Hetta komu Håkan og Brandur inn á:

- Hetta verður eitt mótstøðulið, ið er javnlíkt, og talan verður um ein heilt øðrvísi dyst, har vit fara at hava bóltin nógv meira, enn vit gjørdu móti Danmark. Vit vóna at fáa eitt gott yvirtak í dystinum.

Tað snýr seg millum annað um, at finna tað rætta mentala støði varð nevnt. Vit spurdu Brand, hvørji ting vóru umráðandi til hesa uppgávuna:

- Vit skulu hava eins góðarn struktur og arbeiða eins hart sum móti Danmark. Samstundis skulu vit eisini fáa spælið við bóltinum at koyra betri. Vit hava sæð upptøkur frá teirra dystum, og vit skulu royna at gera okkum dælt av teirra veikleikum. Um vit spæla upp til okkara besta, so skulu vit nokk fáa eitt gott úrslit.

Við sínum eyðsýndu førleikum á bóltinum kann 25-ára gamli Brandur Hendriksson Olsen fáa ein ógvuliga týðandi leiklut í morgin - spurningurin er bara, um hann kemur fyri seg eftir stoytin hann fekk í knæðið í nærdystnum til venjingina, sum var eftir tíðindafundin. Beint sum vit vóru á veg út, tí teir 15 loyvdu minuttirnar hjá miðlunum til venjingina vóru um at vera uppi, kom støðgur í spælið tí Brandur lá. Læknatoymi var skjótt á staðnum. Skálvíkingurin gekk sjálvur út, tó nakað haltandi og við strammari forbinding um vinstra knæ. Støðan hjá honum má metast at vera heldur ivasom.

Annars eru allir leikararnir í hópinum - uttan leikbannaði René Shaki Joensen - tøkir.

Sí myndir frá venjingini:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder