Eftir níggju ár í donskum fótbólti skifti Viljormur Davidsen til svenskan fótbót og Helsingborgs IF síðsta vetur. Vinstri bakkurin úr Saltangará er tann útlendingurin við flest dystum fyri Vejle Boldklub og skuldi byrja eitt nýtt ævintýr við søguríka svenska felagnum, sum júst var flutt upp í bestu deildina aftur.
Royndi landsliðsbakkurin hevur spælt fast - 27 av 29 dystum higartil í Allsvenskan - og síðani í summar hevur Viljormur verið liðformaður hjá liðnum.
Tað hevur tó ikki gingið væl hjá Helsingborgs, ið flytir niður aftur og er langt frá bjargingini, nú eitt umfar er eftir. Áðrenn kappingarbyrjan misti liðið ein lyklaleikara - miðvallaran úr Skálavík, Brand Hendriksson Olsen, ið ikki hevur spælt í 2022 vegna knæskaða.
Nú er greitt, at Viljormur ikki fer niður í næstbestu svensku deildina við liðnum. Helsingborgs skrivar á heimasíðu sínari fyrrapartin, at partarnir eru vorðnir samdir um at slíta sáttmálan fyri tíð - hann var annars eisini galdandi fyri næsta kappingarár.
- Eftir nøkur prát eru vit komin til tí semju og niðurstøðu, at hetta er tann besta loysnin. Eg eri errin av og glaður fyri at hava umboðað Helsingborgs IF og at lært mínar liðfelagar og onnur fólk í felagnum at kenna. Kappingarárið gekk ikki, sum vit ynsktu, men eg fari at fylgja Helsingborgs og ynskja teimum alt tað besta víðari
Soleiðis sigur 31-ára gamli Viljormur Davidsen við heimasíðu felagsins nú fyrrapartin, har ítróttarstjórin og legendan í felagnum og á svenska felagnum, Andreas Granqvist, eisini sigur soleiðis:
– Vi tackar Viljormur för hans tid i klubben och önskar stort lycka till i framtiden,
Tað er harvið ógreitt, hvar føroyski liðformaðurin spælir í 2023. Portalurin roynir at fáa eina viðmerking frá Viljormi, sum um tíggju dagar skal avstað við A-landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald