Hondbóltur

Vinardystir millum Føroyar og Ísland komandi vikuskifti

16 leikarar eru úttiknir til U20-dystirnar, sum verða 27. og 28. juni ávikavist á Hálsi og á Skála.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-06-22 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikuskifti, leygar- og sunnudag,  27. og 28. juni vera U20-landsdystir millum Føroyar og Ísland leiktir í Føroyum.

Fyrri dysturin verður leygardagin klokkan 16 á Hálsi, og seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 17 á Skála, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Vinardystirnir millum Føroyar og Ísland kunnu stroymast á live.hsf.fo.

16 leikarar eru úttiknir til dystirnar og somuleiðis EM-endaspælið, sum byrjar 8. juli í Rumenia:

Málverjar
Ingi Johannesen, Neistin
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

Útileikarar
Magnus Árason, Mors-Thy Håndbold
Filip Haldansen, VÍF
William Napoleon Djurhuus, H71
Jákup Egholm, TMS Ringsted
Helgi Haldórsson Fossádal, H71
Torkil Debes Dahl, EB
Jógvan Andreas Lamhauge, Neistin
Julian Joensen, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Pauli Hentze Rasmussen, TMS Ringsted
Jón Eyðunsson Midjord, Neistin

Venjarar hjá liðunum eru Scott Harrington og Kristinn Guðmundsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder