2019-07-05 10:15
Í kvøld kl 19.30 fer okkara einastandandi U17-manslandslið á vøllin í finaludysti móti Svøríki í European Open-kappingini í Gøteborg í Svøríki.
Dreingirnir hava klárað seg ómetaliga væl og hava vunnið allar dystirnar uttan dystin móti Ísrael, sum teir taptu tepurt.
Dysturin í kvøld verður spældur í tí stóru Scandinavium-høllini. Veðurstøðirnar lova turt og gott veður í Havn og Tórshavnar kommuna fer at vísa dystin beinleiðis á stórskíggja við trappuna í Vágsbotni kl 19.30.
Í tí sambandi verður ongin gjøgnumkoyring í Vágsbotni frá kl 19 og til dysturin er liðugur, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald