Hondbóltur

Vitjaðu kinesiska múrin undan U20 endaspælinum

U20 kvinnurnar eru komnar til Kina í øllum góðum. Mikudagin byrjar HM-endaspælið og fyrsti dystur er móti Japan.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2026-06-21 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðin hjá U20 kvinnunum HM-endaspæl í Kina byrjaði leygardagin, tá hópurin fór úr Vágum.

Tær eru komnar fram í øllum góðum, og áðrenn leiðin gekk víðari til Jinzhong í Shanxi landspartinum av Kina, varu pplagt at vitja kinesiska múrin.

Á myndini, sum HSF hevur lagt út, sæst at fleiri nýklaktar pisur eru við á túrinum.

Føroyar eru í bólki saman við Noreg, Kroatia og Japan. Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Mikudagin 24. juni kl. 11.30
Hósdagin 25. juni kl. 09.15
Leygardagin 27. juni kl. 09.15

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Maria Beder, H71

Útileikarar:
Rakul Christiansen, H71
Helena Dahl Magnusardóttir, Neistin
Arnfríð Jacobsen, StÍF
Joan Rúnadóttir Johannesen, Kyndil
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Ró Reginsdóttir, Neistin
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Agatha Kjærbæk Djurhuus, VB
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Lív Rouch Ísfeld, Neistin
Asta Sofía Finndóttir Hansen, Kyndil
Eivør í Stórustovu, Neistin
Marjun Kristina Jansdóttir, Kyndil

Venjarar eru Nicholas Satchwell og Helgi Hildarson Hoydal.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder