- Eg kenni meg ikki bara snýttan. Eg varð snýttur. Eg havi ikki uppliva slíkt dómarastøði fyrr á altjóða støði, og tað er alla átalu vert.
Soleiðis segði Jógvan Páll Kristiansen, sum gjøgnum alla kappingina í 73 kilo-klassanum vísti seg sum tann besta stríðsmannin av øllum.
Hann vann lættliga allar sínar dystir, eisini hálvfinaluna móti landsmanninum Gunnari Magnussen.
Men finaluna tapti hann, tí dómararnir dømdu hann at tapa.
Hann fekk ávaringar, sambært honum fyri at halda – ”men tað gjørdi eg ikki – hatta var bara judo”. Og tá Jógvan Páll so fekk triðju ávaringina, varð Oscar Olives av Menorca dømdur at vinna, hóast hann onga roynd hevði gjørt í finaludystinum at basa orkumikla føroyinginum.
Jógvan Páll helt eisini, at dómararnir høvdu eitt ilt eyga til hansara. Hetta tí at hann í einum av innleiðandi dystinum, sum hann vann eftir átta sekund gjørdi eina sigursdans, sum hann kundi verði útihýstur fyri, tí tað var at meta sum ósportsligur atburður.
Judohøllin í eini eldri hernaðarbarakk í Gibraltar var ongantíð so kvirr, sum tá dómararnir tingaðust um atburðin hjá Jógvani Páll fyri at gera av, um hann skuldi dømast til at tapa dystin. Men hann fekk eina átalu, og vann dystin.
- Hetta var revsingin fyri tað, sum eg gjørdi í innleiðandi dystinum, staðfesti ein sera, sera vónbrotin Jógvan Páll eftir finaluósigurin.
- Vónandi møti eg honum aftur í liðkappingini, so skal eg so berja hann av fyri at prógva at eg eri tann besti!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald