Hondbóltur

Vónbrot hjá steypavinnarunum

Neistin vann í kvøld fyrstu FM-hálvfinaluna ímóti kyndlakvinnum, 24-23.

Maria Pálsdóttir Nólsoy skeyt 13 mál fyri Neistan í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy skeyt 13 mál fyri Neistan í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-24 21:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kyndlaleguni munnu tey hava fingið armarnar niður eftir steypafinaluna millum Kyndil og H71 um vikuskiftið, sum tær í grønum vunnu eftir longda leiktíð.

Fyrsta FM-hálvfinalan móti Neistanum í kvøld gekk ikki líka væl. Hóast eina frálíka byrjan hjá Kyndli, vóru neistakvinnur á odda stóran part av dystinum.

[object Object]Kyndil vann um vikuskiftið steypafinaluna móti H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Støðan í hálvleikinum var 12-11, og tá góðir tíggju minuttir vóru eftir, var Neistin á odda við seks málum, 21-15. Spakuliga át Kyndil seg inn á leiðsluna hjá Neistanum, men tað bleiv ov stórur biti, og úrslitið gjørdist 24-23 til neistakvinnur.

Toppskjútti hjá Neistanum gjørdist Maria P. Nólsoy við 13 málum. Bára Krossteig Hansen varð toppskjútti hjá Kyndli við seks málum.

Liðini hittast aftur sunnudagin klokkan 18.

Neistin - Kyndil 24-23 (12-11)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder