Annað

Vunnu á Guernsey og Kýprós

Føroyar liggja nú á triðja plássi í smálandakappingini - í dag verður telvað móti San Marino.

2023-11-02 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska talvlandsliðið gjørdi gott hál í smálandakappingini suðuri á Jersey í gjár. Føroyar vunnu báðar dystirnar. 

Móti Guernsey vunnu føroyingar á øllum fýra borðum. Kypros gav okkum dyggari mótstøðu í gjárkvøldið. Tá komið var hálva leið, høvdu vit bara hálvt stig, men tíbetur vóru okkara menn á ovaru borðunum báðir við yvirlutan. 

Vit vunnu tí 2½-1½ á Kypros. Føroyar hava nú otað seg av fimta plássi fram á triðja pláss. Enn eru Andorra og Luksemburg fremri.

Í dag telva Føroyar móti San Marino.

5. umfar (1. november)

[object Object]

6. umfar (1. november)

[object Object]

Støðan eftir seks umfør

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder