Annað

Wright vendi finaluni og vann HM fyri aðru ferð

51-ára gamli skotin var aftanfyri 5-4, men vann so trý sett á rað og basti harvið Micheal Smith í finaluni PDC World Darts Championship.

2022-01-03 23:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Finalan í árliga PDC World Darts Championship í Alexandra Palace í London - nummar 29 í røðini - varð leikt í kvøld, og hon gjørdist áleið so spennandi sum væntað.

Micheal Smith hevði sjey fleir 180'arar, var líka omanfyri, hvat miðaltalið viðvíkur, og var á odda 5-4 í settum, men 31-ára gamli onglendingurin, ið tapti finaluna í 2019, og sum hevur tapt aðrar stórar finalur eisini, gjørdist ov stuttur samanlagt.

Peter Wright vann kappingina fyri tveimum árum síðani, og 51-ára gamli skotin legði seg eisini á odda 2-0 í kvøld. Eftir nøkur sett, har tað var tyngri, reistist hann, vann trý sett á rað, og kundi so kalla seg heimsmeistara - í finaluni snýr tað seg um at koma fyrst upp í sjey sett.

Eftir seinasti pílurin varð kastaður - Wright "lukkaði" við at raka duppult 16 - vóru báðir menninir kenslubornir, og litríki skotin við hanakambinum og serligu klæðunum bar seg væl fram; serliga í samrøðuni við Sky Sports. 

PDC World Championship 2022
Alexandra Palace, London
Micheal Smith - Peter Wright 5-7

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder