Havnar Svimjifelag skipaði leygardagin fyri svimjikapping í svimjihylinum á Argjum.
Kappingin fevndi um bólk 1-4. Hetta var tann fyrsta av fleiri kappingum í svimjiárinum 2022/2023, sum eru í teimum styttru hyljunum kring landi – teimum sokallaðu skúlahyljunum, sum eru 16,5 metrar langir.
Hetta eru kappingar fyri yngri svimjarar. Bólkur 1-2 eru tey yngstu. Fyri fleiri av hesum var hetta teirra fyrsta svimjikapping. Bólkur 3-4 eru nakað eldri og fleiri í hesum bólki hava svomið í fleiri ár og luttaka eisini í kappingum í 25 og 50 metra hyli.
Umleið 140 svimjarar úr øllum landinum luttóku. Øll svimjifeløg í landinum vóru eisini umboðað.
Hesar kappingar hava stóran týdning fyri svimjing sum ítrott. Tilsamans vóru 29 kappingar í teimum ymisku greinunum, og samlað vórðu umleið 220 heiðirsmerkir handað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald