Fótbóltur

Youth League: Ungu HB'arnir royna seg í Estlandi í kvøld

Fyrri dysturin móti Flora Tallinn í 1. umfari byrjar klokkan 17 og verður spældur á estiska tjóðarleikvøllinum. Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá UEFA og til ber eisini at stroyma dystin.

HB-hópurin til reiðar á Le Coq leikvøllinum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

HB-hópurin til reiðar á Le Coq leikvøllinum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2026-09-16 10:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag klokkan 17 føroyska tíð bresta U18 dreingirnir hjá HB saman við Flora Tallinn í Youth Leauge.

Talan er um Champions Leauge fyri ungdómslið.

Meistaraliðini í Føroyum og í Estlandi í elsdru ungdómsdeildunum hittast í 1. umfari, og lagt er upp til spennandi uppgerð. Seinni dysturin verður spældur á Tórsvølli.

Í fjør vann Víkingur seg víðari móti táverandi estisku meistarunum Narva Trans. Hetta við sigri á Tórsvølli eftir tap á útivølli í fyrra dystinum.

HB vann stórsigur í U18-steypafinaluni fyrst í mánaðinum, so sjálváltið burdi verið í lagi á liðnum, sum fór til Estlands mánadagin.

Til ber at fylgja gongdini í dystinum á heimasíðuni hjá UEFA

Leinkja til stroyming er her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder