Í dag klokkan 16.45 spæla Føroyar á Tórsvølli móti Andorra í EM-undankappingini. Talan er um eitt mótsstøðulið, sum føroysku kvinnurnar hava spælt tríggjar ferðir ímóti og vunnið tríggjar ferðir ímóti.
Sí eisini: Fjórðu ferð móti Andorra
Føroyar skulu royna at fáa fyrstu stigini í hesari kappingini tíðliga í kvøld á Tórsvølli - mikudagin høvdu spælararnir venjing fyri børnum á sama vølli.
Fótbóltssamband Føroya skrivar, at yvir 200 børn vóru til U9 venjingina, sum kvinnulandsliðið skipaði fyri á Tórsvølli mikudagin 29. mai.
Ovast er eitt video frá degnum, sum Andri Gerðisá hevur gjørt fyri FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald