London-feløgini bastu í hálvfinalunum stóru feløgunum úr Wales og standa nú á gáttini til at spæla seg upp í bestu ensku deildina. Fulham kann venda aftur til Premier League eftir eitt ár í The Championship. Hjá Brentford hevur bíðitíðin verið 67 ár.
Við plássinum í Premier League fylgja áleið 170 milliónir pund - áleið 1,3 milliardir krónur. Tí verður playoff-finalan rópt "mest virðismikli dystur í heiminum". Í 2018 vann Fulham playoff-finaluna á Aston Villa.
Brentford hevur fyrrverandi Brøndby-oddamannin Thomas Frank sum høvuðsvenjara og nakrar norðurlendskar leikarar í hópinum. Felagið hevur ikki stórt fíggjarligt rásarúm, men hevur gjørt tingini eitt sindur øðrvísi og í sínum sætta árið á rað í næstbestu deildini sá leingi út til, at ein beinleiðis uppflyting var á veg. Liðið tapti tó tveir teir seinastu dystirnar, og tí var neyðugt við playoff. Har vann Brentford 3-1 í seinnu hálvfinaluni, eftir 1-0 tap í Swansea í tí fyrru. Tað var seinasti dystur hjá Brentford á Griffin Park. Eftir 116 ár har verður flutt til ein nýmótans leikvøll til komandi kappingarár.
Liðini eru "fíggindar" á ein hátt - tey eru jú grannar í vestara parti av London. Í kvøld hava tey av álvara nakað at stríðast um. Fyrsta bríksl á Wembley verður 19.45.
Fótbóltur
Yvir ein milliard og eitt pláss í Premier League uppá spæl
Brentford og Fulham bresta í kvøld saman í playoff-finaluni á Wembley.
Brentford og danski venjari felagsins, Thomas Frank, eru ein sigur frá at spæla seg upp í Premier League á fyrsta sinni
2020-08-04 16:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald