Kappróður

Yvir hundrað bátsmanningar meldað seg til jóansøkuróðurin

Stórur áhugi og stórur spenningur undan róðrinum á Vágsfirði leygardagin. Sí startrøðina her.

Síðsta leygardag varð kappast á Eystanstevnu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Síðsta leygardag varð kappast á Eystanstevnu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-19 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triði FM-róðurin í 2026 verður rógvin í morgin, leygardagin 20. juni. Hetta tá jóansøka er á skránni í Vági.

Til ber at staðfesta, at stóri áhugin at rógva stendur við. Tá freistin at melda til var týsdagin, høvdu 101 bátsmanningar melda til teir ellivu róðrarnar, sum umfata barnaróður.

Sí startrøðina her

Størsti róðurin hjá teimum vaksnu er 6-mannafør hjá kvinnum, har tíggju bátar standa á listanum hjá Róðrarssambandi Føroya.

Sí yvirlit yvir manningarnar á rsf.fo

Her ber til at hoyra kappróðrarsending okkara, Ár og Bekk, frá týsdegnum



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder