
Vit eru nú eina lítla viku inn í HM. Fyrsta umfarið er farið afturum, og tað hevur avgjørt ikki verið óahugavert.
Hagtølini siga at 42 mál eru skoraði í teimum 17 dystunum higartil, og í miðal er tað 2,47 mál.
Tey flestu av teimum 14 UEFA-londum hava klárað seg sera væl. Bert Týskalnd og Pólland hava tapt, meðan Spania og Portugal spældu innnahýsis javnleik, og Sveis og Ísland fingu góðar javnleikir ímóti suðuramerikonsku risunum. Av liðunum úr Suður Amerika er tað bert Uruguay, ið hevur vunnið, og har stóð nógv á. Kolumbia skuffaði ímóti Japan, og Peru tapti lykladystin ímóti Danmark. Bert eitt stig til bæði Brasil og Argentina, men tað er framvegis góður møguleiki at fleiri lið úr Suður Amerika koma víðari. Uruguay kann tryggja sær pláss í dag
Senegal er einasta liðið úr Afrika, sum hevur fingið stig, meðan Japan og Iran eru asiatisku liðini, ið hava vunnið.
VAR hevur eydnaðst rættliga væl, og stemningurin hevur verið sera góðir til flestu dystirnar. Tað er framvegis nógv HM eftir at gleða seg til, og nú er veruliga spenningur um, hvørji lið koma víðari.
Støðan og komandi dystirnir:
Bólkur A:
Russland 6 (+7)
Uruguay 3 (+1)
Egyptaland 0 (-3)
Saudi Arabia 9 (-5)
* Russland og Egyptaland hava spælt tveir dystir - Uruguay og Saudi Arabia spæla í dag kl.16.00
Bólkur B:
Iran 3 ( +1)
Portugal 1 (0)
Spania 1 (0)
Marokko 0 ( -1)
Í dag kl.13.00: Portugal - Marokko
Kl.19.00 í kvøld: Iran - Spania
Bólkur C:
Frakland 3 (+1)
Danmark 3 (+1)
Avstralia 0 (-1)
Peru 0 (-1)
Í morgin kl.13.00: Avstralia - Danmark
Í morgin kl.16.00: Frakland - Peru
Bólkur D:
Kroatia 3 (+2)
Argentina 1 (0)
Ísland 1 (0)
Nigeria 0 (-2)
Í morgin kl.19.00: Kroatia - Argentina
Fríggjadagin 22.juni kl.16.00: Nigeria - Ísland
Bólkur E:
Serbia 3 (+1)
Brasilia 1 0)
Sveis 1 (0)
Kosta Rika 0 (-1)
Fríggjadagin 22.juni kl.13.00: Brasilia - Kosta Rika
Fríggjadagin 22.juni kl.19.00: Serbia - Sveis
Bólkur F:
Meksiko 3 (+1)
Svøríki 3 (+1)
Suður Korea 0 (-1)
Týskland 0 (-1)
Leygardagin 23.juni kl.16.00: Suður Korea - Meksiko
Leygardagin 23.juni kl.19.00: Týskland - Svøríki
Bólkur G:
Belgia 3 (+3)
Ongland 3 (+1)
Tunesia 0 (-1)
Panama 0 (-3)
Leygardagin 23.juni kl.13.00: Belgia - Tunesia
Sunnudagin 24.juni kl.13.00: Ongland - Panama
Bólkur H:
Senegal 3 (+1)
Japan 3 (+1)
Kolumbia 0 (-1)
Pólland 0 (-1)
Sunnudagin 24.juni kl.16.00: Japan - Senegal
Sunnudagin 24.juni kl.19.00: Pólland - Kolumbia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald