Annað

Yvirlit: Hesir svimjararnir eru úttiknir til stórar stevnur seinni í ár

Har í millum eru HM, EM fyri juniorarar og U23, norðurlandameistaraheiti fyri ung. Kappingarnar verða í summar.

Ársins stjørnuskot í føroyskum ítrótti í fjør, Líggjas Joensen, skal til fleiri stórar kappingar (Mynd: svimjing.com)

Ársins stjørnuskot í føroyskum ítrótti í fjør, Líggjas Joensen, skal til fleiri stórar kappingar (Mynd: svimjing.com)

2025-05-02 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin hevði Svimjisamband Føroya úttøku til seks ymiskar kappingar, sum vera í summar. Allar, uttan ein, eru uttanlands.

Har ímillum eru HM, EM fyri juniorarar og U23 og norðurlandameistaraheiti fyri ung.

32 føroyskir luttakarar vera til tær seks kappingarnar - summir svimjarar skulu til fleiri kappingar.

Sumarmeistaramót Íslands 2025

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Sumarmeistaramót Íslands 2025, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi hin 27. til 30. juni 2025:

Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
Oddvaldur Leivsson (2008, HS)
Fróði Hansen (2008, FS)
Ólavur W. Jákupsson (2008, HS)
Óli Mikkelsen (2008, HS)
Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
Durita Mohr Askham (2008, Ægir)

NMU í Føroyum:

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til NMU 2025, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. og 6. juli 2025:

Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
Jórun Winther (2011, SuSvim)
Sissal Rógvadóttir (2010, SuSvim)
Sirið Vesturtún (2011, FS)
Lea Petersen (2009, Ægir)
Lilja L. Harrysdóttir (2009, HS)
Jóhannis í Stórustovu (2011, HS)
Tórir Olsen (2011, Ægir)
Emma Debes (2010, SuSvim)
Talita Johannessen (2010, SuSvim)
Theodor Salter (2011, HS)
Halla Háfoss (2009, HS)
Mariella Henriksen (2010, HS)

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til HM 2025, sum verður í Singapore hin 27. juli til 3. august 2025:

Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS)
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS)
Lea O. Højsted (2008, Ægir)

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til EJM 2025, sum verður í Samorin í Slovakia hin 1. til 6. juli 2025:

Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Lea O. Højsted (2008, Ægir)
Silas Dam Lindberg (2008, HS)

U23 EM

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til EM U23 2025, sum verður í Samorin í Slovakia hin 26. til 28. juni 2025:

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS)
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS)
Isak Brisenfeldt (2006, HS)
Heini Mohr Askham (2006, Ægir)

EM í Open Water

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til EM í Open Water 2025, sum verður í Stari Grad í Kroatia hin 28. til 31. mai 2025:

Jonna Joensen (2005, Ægir)
Sissal R. Ellendersen (2010, SuSvim)
Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Silas Dam Lindberg (2008, HS)
Bárður Ólavsson (2008, Ægir)

Kelda: ssf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder